13.11.2019 · Heilsumálaráðið

Etiska Ráðið á vitjan hjá Landsstýrismanninum

Etiska Ráðið á vitjan hjá Landsstýrismanninum

Etiska Ráðið var í dag á vitjan hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum. Landsstýrismaðurin fekk høvi til at heilsa uppá ráðslimirnar, og Barbara á Tjaldrafløtti, fakligur skrivari í Etiska Ráðnum, hevði eina framløgu um virksemið hjá ráðnum. Eisini greiddi fakligi skrivarin frá teimum tiltøkum, sum ráðið higartil hevur havt, umframt at tosað varð um, hvat ráðið frameftir ætlar at arbeiða við. Høvi var eisini hjá landsstýrismanninum at umrøða ymisk etisk ivamál og tvístøður við ráðslimirnar.

Kaj Leo Holm Johannesen vísti á, at tað er av stórum týdningi við kjaki um etiskar tvístøður, við tað, at vit øll fyrr ella seinni koma í lívsstøður, ið kunnu vera etiskt torgreiddar.

Landsstýrismaðurin fegnast tí um arbeiðið, sum Etiska Ráðið higartil hevur gjørt, og har ráðið er við til at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum.

Heilsumálaráðið