18.01.2013 · Heilsumálaráðið

Etikkur og genomkanningar - Ráðstevna um etisk ivamál

Hvat halda vit í Føroyum um genomkanningar og etiskar tvístøður? Hvat vilja vit? Millum annað hesir spurningar verða viðgjørdur á ráðstevnu, sum Ílegusavnið og Heilsumálaráðið hava tikið stig til tann 14. februar kl. 12.30. Ráðstevnan er ókeypis.

Melda teg til við at fara inn á Synergi, sí her

Vælkomin á ráðstevnu
Síðani sonevnda fleirtjóða samstarvið, Human Genom Project, kom á mál við at lesa allan arvastrongin - genomið - er rættilig ferð komin á ílegugransking. Longu fyri 8 árum síðan, var føroyska ílegulógin sett í gildi og árið eftir Ílegusavnið, til tess at seta ein tryggan karm um arbeiðið við mannaílegum í Føroyum.

Vit kunnu staðfesta, at víðir møguleikar eru og at útlendski áhugin fyri Føroyum, á hesum øki, er stórur, eins og okkara samfelag hevur heilsuspurningar, bert íleguvitanin kann betra um.

Ílegusavnið og Heilsumálaráðið hava tí tikið stig til at skipa fyri hesari ráðstevnu um etiskar tvístøður, sum standast av genomkanningum. Endamálið við ráðstevnuni er at skapa kjak, umframt á hendan hátt at kunna føroyingar um evnið.

Siðsemisspurningar innan hetta økið, hava verið á breddanum í hinum Norðurlondunum í eina tíð. Danska Etiska Ráðið hevur valt at fokusera uppá fýra spurningar, í teirra arbeiði um etikk og genomkanningar, sum vit fara at viðgera á ráðstevnuni:

  • Heimild fyri genomkanningum

Nær er heimild fyri at brúka genomkanningar, og undir hvørjum umstøðum eiga tær at verða brúktar?

  • Sjálvavgerðarrætturin hjá tí kannaða persóninum

Hvussu verður sjálvavgerðarrætturin virdur, við atliti til afturmeldingar frá genomkanningum? Skalt tú sjálv/-ur avgera, hvørjar upplýsingar tú skalt fáa frá tínari kanning?

  • Ráðgeving og vegleiðing

Serlig krøv eru til genetiska ráðgeving og vegleiðing. Hvørji eru tey?

  • Avleiðingar fyri heilsuverkið

Hvat fyri ábyrgd eigur heilsuverkið at átaka sær, um nógvir brúkarar spyrja eftir genomvitan og síðan leita eftir uppfylgjandi ráðgeving, diagnostikk ella viðgerð?

Stigtakarar til ráðstevnuna eru Ílegusavnið og Heilsumálaráðið. Fyriskipari er Synergi.

Broytingar kunnu koma fyri í skránni.

Fyrilestrarhaldarar
Vit eru sera fegin um at hava fingið nakrar av fremstu serfrøðingum í Norðanlondum at halda upplegg. Fyrilestrarhaldararnir eru:

  • Lotte Hvas,Dr.med. og kommunulækni, limur í tí Etiska Ráðnum í Danmark, her m.a. í arbeiðsbólkinum um tilmæli frá tí Etiska Ráðnum um genomkanningar.
  • Anne-Marie Gerdes,yvirlækni, professari í kliniskari genetikk á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark og konsulentur fyri arbeiðsbólkin hjá Etiska Ráðnum viðv. tilmæli um genomkanningar.
  • Thomas Jensen, professari í genetikk á universitetinum í Århus, limur í tí donsku Nationalu Vísindasiðsemisnevndini og fyrrverandi limur í tí Etiska Ráðnum.
  • Björn R. Lúðvíksson, yvirlækni og professari í immunologi við Landspitali og universitetshospitalið í Reykjavík og formaður í vísindasiðsemisnevnd Íslands.
  • Pál Weihe, yvirlækni og granskingarleiðari í verkætlanini FarGen.


Málbólkur
Øll áhugaði eru vælkomin á ráðstevnuna. Eitt nú politikarar, heilsustarvsfólk, fakfeløg innan heilsuverkið, sjúklingafeløg, útbúgvingarstovnar, umframt privatpersónar. Vit vilja fegin fáa eitt breitt kjak í lag í samfelagnum, um hetta týdningarmikla evni, sum fer at ávirka okkara heilsuverk og heilsufatan nógv í framtíðini.

Legg til merkis at ráðstevnan er ókeypis, men tilmelding er neyðug og avmarkað pláss er.

  • Dagur: 14. februar 2013, kl. 12.30
  • Staður: Norðurlandahúsið, Skálin
  • Mál: Norðurlendskt
  • Kostnaður: Ókeypis
  • Íroknað: Íroknað fyrilestrar, kjak og ein kaffimunnur