Týsdagin var Føroya fyrsta almenna løðistøð til el-bilar tikin í nýtslu í Klaksvík.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum var ímillum tey mongu, sum vóru til hátíðarløtuna á parkeringsøkinum á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík, tá ið Føroya fyrsta løðistøð til el-bilar varð tikin í nýtslu í morgun.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu lykilin til løðistøðina, og so vórðu fyrstu bilarnir settir til løðing. Eftir hetta var ábit í býráðshøllini, har borgarstjórin, landsstýriskvinnan og stjórin í SEV bóru fram røður.
Harafturat handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri landsstýriskvinnuni og stjóranum í SEV heiðurstekin Nólsoyar Pálls vegna felagið handan endurrreisingina av søguni um Nólsoyar Páll. Heiðursteknini vórðu latin fyri tann slóðbrótandi hugburðin, sum liggur aftanfyri løðistøðina, og málið um, at Føroyska el-veitingin í framtíðini bert skal koma frá varandi orkukeldum.
(Myndir og tekstur frá klaksvik.fo)