![Eingin staðfestur smittaður afturat](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13934/corona.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=ZVxEZoyePV3fPg2iKhsuo_vz_9U)
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 8157 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 5.mai 2020 klokkan 11.15