Eingin føroyingur er í løtuni staðfestur smittaður við coronusmittuni. Hetta byggir á í alt 8.710 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
Tað vórðu gjørdar 72 kanningar í gjár. Eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.440 kanningunum.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið 14. mai 2020 kl. 14.49