![Eingin persónur smittaður seinasta samdøgrið](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13930/corona-2.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=SbUQVy7x1salDefGpHvxcQVe3SM)
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 8317 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 7.mai 2020 klokkan 10.45