Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronusmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, eru allir staðfestir frískir. Hetta byggir á í alt 8.450 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Tað vórðu gjørdar í alt 47 kanningar í gjár. Leggjast kann afturat, at eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.180 kanningunum.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 10.mai 2020 klokkan 10.10