Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6588 kanningarúrslit.
Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Í dag verða eftir ætlan gjørdar so fáar kanningar, at næstu ferð nýggj kanningarúrslit fyri corona verða almannakunngjørd verður týsdagin tann 28.apríl.
Heilsumálaráðið tann 26.apríl klokkan 08.55