- Soleiðis sigur skaldið millum annað í yrking. Orðini eru tikin úr samanhangi, men hóska til dagin í dag. Eg havi eisini bjartar dreymar fyri psykiatriina og eins og tit, so royni eg eisini at sáa fræ, sum einaferð kunnu koma undan.
Alt kemur neyvan undan, men tolið og livandi stundar hvørt fræ í moldum goymt. Uppgávan er at røkta tey væl og fáa tey at spíra, og seinni blóma. Akkurát sum uppgávan her á deplinum. Og eg havi bjartar vónir. Eg veit væl at vit hava stór tøk at taka, áðrenn vit eru á mál, men nú skulu vit gleðast um tað, sum spírar.
Soleiðis segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, tá móttøka var á Psykiatriski depilin í sambandi við, at stórt umvælingararbeiði er komið á mál. Øll røðan kann lesast niðanfyri.
---
Góðu øll somul!
Hjartans tøkk fyri innbjóðingina og høvi at gleðast saman um sjónligu batarnar, sum nú eru framdir á deildini.Her er nógv broytt síðan eg var her á vitjan beint sum eg tók við í landsstýrinum.
Deildin er mær annars ikki ókend. Eg, eins og nógv onnur, havi eisini verið her nakrar ferðir við onkrum av mínum nærmastu. Eg minnist enn inntrykkið fyrstu ferð eg var her á deildini. Tað inntrykkið hiðani var sera dapurt.
Minnist hvussu ringa samvitsku eg hevði. Hvussu eg hugsaði, at hvussu í verðini kann eg forsvara at avlevera ein av teimum, eg eri góð við, til eitt stað sum fysiskt signalerar so nógv, at hesir bygningarnar er ongin góður við? Og so júst hesir bygningar, sum skulu hýsa okkara borgarum, sum hava so stóran tørv á umsorgan.
Tá kendi eg meg bæði ótryggan og hjálparleysan. Tíbetur megnaðu starvsfólkini at røkja uppgávuna, so tryggleikin kom aftur, tí umsorgan bleiv víst í verki. Her var stórt hjartarúm, men ikki vóru fysisku rúmini innbjóðandi. Sjálv kendi eg at komið var at etiskum mørkum ella rættari at hesi vóru brotin.
Undarligt nokk hevur ikki verið nógv at hoyrt um umstøðurnar. Allarhelst hongur tað saman við at psykiatriin ikki hevur havt so sterka rødd. Men tað hevur hon nú - tíbetur.
Manglandi viðurkenning av tørvinum av at fáa umvælt hongur kanska saman við manglandi viðurkenning av psykiatriini. Seti eg ikki orð á tað, sigi eg onki, so nýtist mær ikki at gera nakað við tað. So kann tað ósjónliga vera verandi ósjónligt.
Og fólkini sum vera innløgd hava ofta ikki orkuna at rópa hart um at fáa framt batar. Tí hava vit, sum varða av, eina serliga skyldu at hava vakið eygað við júst hesum. At lurta og at fáa okkum innlit í korini.
---
Heimsheilsustovnurin WHO hevur sum eitt av sínum málum at arbeiða fyri líkheit í heilsu. Við hesum skilt, at øllum skulu vera somu tænastur í boði. Solidaritetur er lyklaorð og at tryggja øllum javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. Men í hesum liggur eisini at tryggja javnvirði millum ymisku sjúklingabólkarnar soleiðis, at sama respekt og virðing er um allar sjúkur.
Hetta má vera kumpassnálin í øllum okkara arbeiði. Og tað arbeiða vit tilvitað við nú sálarheilsan veruliga er komin á breddan. Og tað er ikki minst tykkum dugnaligu starvsfólkum, Sinnisbata og opinleika frá sjúklingum at takka fyri. Eisini hevur Fólkaheilsuráðið tikið stafettina upp og ikki minst almenningurin. So her røkist fyri góðum.
Nú er eftir at ynskja at vit eisini fara at duga at varpa ljós á tær góðu søgurnar úr psykiatriini, tí tær finnast í hópatali. Sjálvsagt. Ivist onga løtu í at tær góðu søgurnar fara at muna og skapa vón.
---
Tá ið vit fóru í gongd við okkara fyrstu fíggjarlóg eydnaðist tíbetur at fáa pening avsettan til at fara í gongd við umvælingina á P40. Hetta kundi fyri onkran tykjast undarligt og bakvent, tí samstundis settu vit eisini veruliga gongd á útbyggingina á Landssjúkrahúsinum, har nýggjur Psykiatriskur depil er ein høvuðspartur av nýggja byggjarínum.
Hví skuldi vit umvæla nakað gamalt, sum fólk allíkavæl skuldu flyta frá innan eini 4 ár? Jú, tað skuldu vit, tí tað snýr seg um sóma, tign og etikk. Og fýra ár er leingi um tú skal bíða og kanska ert leingi innlagdur. Og tí at vit skulu geva eina vón um betri umstøður.
Sjálvsagt er ikki alt gjørt við hesum, men hóast alt nakað. Og um fýra ár stendur nýggjur psykiatriskur depil klárur at flyta inn í. Tá fáa allir sjúklingar somu góðu og tíðarhóskandi umstøður.
---
Eg eri sannførd um, at ein fortreyt fyri betri trivnaði og framburði er at betra teir fysisku karmarnar. Ikki minst tá talan er um sál og sinn, hevur umhvørvi stóran týdning. Hetta er eisini tikið við í nýggja byggjarínum. Har verður nógv tosað um lekjandi arkitektur og at skapa umstøður, sum kunnu stimbra undir trivnað og leking og sum signalera umsorgan og at vit bryggja okkum um hvørjar umstøður okkara sjúklingar eru í meðan sjúkralega er.
Við nýbyggjaríinum verður sett ein strika í sandin og henda tilgongd er nú byrjað við hesari umvæling. Eg eri sera glað fyri at tað eydnaðist at fáa hetta hart tiltrongda arbeiði í lag. Og eg fegnist stórliga um úrslitið.
Tað er eitt heilt annað annað visuelt inntrykk at koma inn á deildina nú. Vinarligari á onkran hátt. Men eisini virðiligari og vónríkari. Havi eisini skilt, at tað júst var eitt av endamálunum við ábøtunum og at arbeitt hevur verið tilvitað við tí visuella.
Mær er fortalt, at tit á deildini hava arbeitt kring trý lyklaorð. Tað visuella, at fáa roynt nakað funktionelt og so ljóðið á deildini. Sjálv hevði eg bert eittans ynski og tað var at batarnar fyrst og fremst komu sjúklingunum til góðar, kømur, baðirúm, spísirúm o.s.fr og at hesi vóru á einum støði vit kunnu vera bekent.
Visuelt hava tit arbeitt við at seta litir á veggirnar, nýggjar gardinur og rulligardinur á øll kømurini og onnur rúm eisini.
Tit høvdu eina gamla ætlan liggjandi í skuffuni, sum tað ongantíð hevði verið pengar til, sum m.a. onnur Ole Wich listamaður hevði verið við at gera. Hann hevur eisini verið við í gjøgnumføringini av hesum arbeiði. Við tað, at bygningarnir eisini innandura eru sera niðurslitnir, so hevur ikki verið møguligt at gera “alt” ella verið allastaðni. Men væl er fingið burturúr.
Tað eru gjørdar stórar fotomyndir við føroyskum motivum, sum prýða veggirnar runt um. Hesar myndir eru eisini sokallaðar akustiskar plátur, sum bøta um ljóðið á deildini. Og eg skilji, at tit hava fleiri myndir enn tær sum hanga uppi. Hetta fyri at geva sjúklingunum møguleika at velja sær aðra mynd enn ta myndina, sum er á vegginum. Hetta dámar mær væl og tað vísir umhugsni.
Tað hevur verið ein trupulleiki í øll árini, at ljóðið hevur verið vánaligt og tyngjandi inni i hesum betong bygningunum; nógv ekkó og hvølt ljóð og um larmur er onkra staði so ferðast hann langt. Hetta órógvar bæði sjúklingar og starvsfólk.
Tí hevur eisini verið lagur dentur á at gera nakað við ljóðið, og her er ein sera týðiligur munur, sum fólk eru sera fegin um. Nógvastaðni eru lagdar ljóðdoyvandi plátur undir loftini, sum saman við akustikkmyndunum hava broytt ljóðið fullkomiliga.
Tit hava eisini valt at brúka umvælingarnar til at líta frameftir og gera nakrar royndir í mun til at flytast skal í nýggjan bygning skjótt. M.a. eru keyptar tvær sokallaðar “psykiatri sengur”, sum er ein nýútviklað song, sum psykiatriskar deildir í Danmark saman við innovativum fólkum og fyritøkum hava ment. Nú hava tit møguleika at royna tær og finna útav um tað eru slíkar sengur, sum skulu brúkast í nýbygninginum.
Eisini hava tit gjørt eina minni íløgu í ljóð anlegg til tvær stovur, har til ber at testa sokallaðar ljóðbrúsarar, har tónleikur skal brúkast sum sissandi amboð og sjúklingarnir sjálvur kunnu velja slag av tónleiki. Eitt gott dømi um at karmar eisini kunnu vera partur av viðgerðini.
Harumframt eru keyptir nýggir møblar, sofur, borð, stólar ymsastaðni í staðin fyri slitnu møblarnar og annar skifta út har tað trongdi til.
---
Fyri meg er hetta veruliga ein sera stórur dagur. Tað er eisini í tí smáa vit vísa virðing og umsorgan fyri okkara borgarum, og flyta okkum framá. Tað er endamálið við hesum.
”Einaferð kemur tað undan
alt tað, sum verður droymt,
tolið og livandi stundar
hvørt fræ í moldum goymt”
Soleiðis sigur skaldið millum annað í yrking. Orðini eru tikin úr samanhangi, men hóska til dagin í dag. Eg havi eisini bjartar dreymar fyri psykiatriina og eins og tit, so royni eg eisini at sáa fræ, sum einaferð kunnu koma undan.
Alt kemur neyvan undan, men tolið og livandi stundar hvørt fræ í moldum goymt. Uppgávan er at røkta tey væl og fáa tey at spíra, og seinni blóma. Akkurát sum uppgávan her á deplinum. Og eg havi bjartar vónir. Eg veit væl at vit hava stór tøk at taka, áðrenn vit eru á mál, men nú skulu vit gleðast um tað, sum spírar.
Deildin er umvæld, nýggjur Psykiatriskur depil er ávegis, økispsykiatriin er útbygd, tað gongur framá at rekruttera psykiatarar, sjúklingar eru ikki longur fastbúgvandi á Psykiatriska deplinum og nýggja ætlan fyri heildarpsykiatri er í gerð.
Og vit hava sera vælútbúgvin og dugnalig starvsfólk at vera um okkara fólk. So vit hava veruliga eitt gott støði at byggja framtíðina og framtíðar avbjóðingar á.
Haraftrat hava vit fólkið við okkum. Almenningurin hevur fingið eyguni upp fyri psykiatriini, sum fyri hvønn dag vinnur sær størri og størri javnrættindi.
So bestu eydnu hjartans tøkk fyri tað stóra arbeiði tit hava gjørt, og gera fyri okkara fólk og land.