Eingin smitta varð staðfest í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 91.793 kanningar.
Hetta er sjeyndi dagurin upp í slag, at eingin smitta er staðfest innanlands. 1.087 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár.
411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 361 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 50 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.
Heilsumálaráðið tann 28. august 2020 kl. 10:02