Ein nýggjur tilburður er staðfestur fyrradagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 107.279 kanningar.
Talan er um ein persón, sum er kannaður tvær ferðir. Viðkomandi, sum kom til landið mikudagin, varð í fyrstu atløgu kannaður á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Síðani er viðkomandi kannaður umaftur, og hesa ferð varð smitta staðfest. Viðkomandi persónur er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Eingin tilburður varð staðfestur í gjár.
Tilsamans hava 416 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 6 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 11. september kl. 11:59