![Ein tilburður staðfestur](https://landsstyri.cdn.fo/savn/14089/testari.jpeg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=Cy23M5hL7CuiTS2TLYXFOkrSvoA)
Í løtuni er ein persónur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Tilburðurin varð staðfestur við kanning á flogvøllinum í gjar, og viðkomandi persónur er nú avbyrgdur.
Heilsumálaráðið 5. juli 2020 kl. 10.41