Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1069 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 136.959 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 477 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 456 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 21 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.