Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Viðkomandi er partur av somu smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1052 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 133.306 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 473 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 432 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 41 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 3. oktober 2020 kl. 17:13