Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 112.530 kanningar.
Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, og sum er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 429 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 17 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 17. september kl. 10:33