Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 105.719 kanningar.
Aftur hesa ferð varð tilburðurin staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Viðkomandi persónur er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 415 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 5 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 9. september kl. 17:07