Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 619 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 135.890 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 476 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 452 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 24 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 7. oktober 2020 kl. 13:16