Ein knappur triðingur av samlaða fólkatalinum í Føroyum hevur fingið fyrra prikið
Hetta er triðja støðulýsing frá koppsetingarbólkinum, sum fevnir um tíðarskeiðið 25. mars til 11. mai 2021.
Koppsetingin er komin so væl áleiðis, at farið er undir at koppseta síðsta bólkin í koppsetingarkalendaranum. Koppsetingarkalendarin er nú býttur í 10 bólkar, bólkur nr. 10 fevnir um øll millum 16 og 64 ár. Hetta er ein stórur bólkur, sum er býttur í 5 undirbólkar frá 10.1 til 10.5. Í síðstu viku varð tilboðið um ókeypis koppseting fyri COVID-19 latið upp fyri teimum í bólki 10.2, tvs. øll sum eru 45 ár og eldri.
Í løtuni verður arbeitt við at víðka kunngerðina um ókeypis koppseting fyri COVID-19, soleiðis at hon eisini fevnir um føroyingar undir útbúgving uttanlands og útlendingar, sum eru staddir í Føroyum í longri tíð. Eftir ætlan fáa hesi tilboð um koppseting saman við aldursbólkinum, tey hoyra til.
Danska heilsustýrið hevur boðað frá, at koppsetingarætlanin heldur fram uttan koppingarevnini frá AstraZeneca og Johnson&Johnson. Hetta hevur við sær, at koppsetingarætlanin er longd í nakrar vikur til síðst í august. Hóast hetta, fegnast koppsetingarbólkurin um, at tað gongur væl at koppseta í Føroyum. At starvsfólkini fáa heilar sjey skamtar burturúr hvørjum glasi, ger eisini mun. Higartil hevur høga gagnnýtslan havt við sær, at vit hava givið umleið 3.000 fleiri koppsetingar svarandi til, um vit fingið 6 skamtar úr hvørjum glasi.
Harumframt hevur koppsetingarbólkurin vónir um, at veitingarnar av koppingarevni frá Pfeizer/BioNTech frammeftir verða regluligari, og at vit fáa áleið somu nøgdir av koppingarevni, sum vit hava fingið seinastu vikurnar.
Støðulýsingin kann lesast her.
COVID-19 koppsetingarbólkurin