Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Egil á Bø í starv sum nýggjan stjóra á Heilsutrygd.
Egil á Bø er 42 ára gamal og hevur útbúgving innan HD í roknskapi frá 2006 frá Handilsháskúlanum í Århus. Hann hevur drúgvar royndir sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari á Heilsutrygd umframt royndir sum fíggjarleiðari innan tað privata.
Egil á Bø hevur seinastu fimm mánaðirnar røkt starvið sum virkandi stjóri á Heilsutrygd.
Egil á Bø byrjar í starvinum tann 1. maj 2016.