Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur sett í verk kunngerð, ið víðkar heimildina at fáa ókeypis HPV koppseting til eisini at fevna um dreingir í aldrinum 12-17 ár.
Kanningar vísa, at HPV-koppsetingin hevur við sær fleiri fyrimunir fyri heilsuna hjá dreingjum, t.v.s. vera við til at fyribyrgja ávísum sløgum av krabbameini og sjúkum.
Sí kunngerðina her.