Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur boðað frá, at farið verður undir dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi mánadagin 4. mars 2024.
Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur saman við fakfólki á økinum, arbeitt við at skipa eina trygga og góða dialysuviðgerð á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tað er at fegnast um, at øll viðurskifti nú eru komin uppá pláss, og virksemið byrjar 4. mars 2024.
Dialysuviðgerðin í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.
Eg eri fegin um, at tað nú er greitt, nær dialysuviðgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi byrjar. Hetta hevur stóran týdning fyri teir borgarar, ið hava tørv á dialysuviðgerð í Suðuroy.
sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum