Á samkomu í Heilsumálaráðnum í morgun handaði ein arbeiðsbólkur Karsten Hansen, landsstýrismanninum Diabetesheildarætlan fyri Føroyar.
Ætlanin fevnir um týpu 1 og týpu 2 diabetes. Av tí at tey, ið hava týpu 1 diabetes, koma í eina fasta skipan beinanvegin sjúkan verður staðfest, snýr ætlanin seg í høvuðsheitum um týpu 2 diabetes.
Arbeiðsbólkurin hevur sett fram fleiri tilmæli, sum hava til endamáls at betra um viðgerðardygdina, soleiðis at tað sæst aftur í færri fylgisjúkum og sjúkrahúsinnleggingum. Millum annað verður mælt til, at tey, ið hava sjúkuna týpa 2 diabetes, skulu verða viðgjørd í nærumhvørvinum. Harumframt skulu teir truplu sjúklingarnar við týpu 2 diabetes framvegis verða viðgjørdir á Diabetesamblatoriinum á Landssjúkrahúsinum. Hetta svarar eisini til rákið í londunum rundan um okkum, har sjúklingar við týpa 2 diabetes verða viðgjørdir í nærumhvørvinum, meðan sjúklingar við týpa 1 diabetes framvegis verða viðgjørdir á sjúkrahúsi.
Beinanvegin, tá Karsten Hansen varð settur sum landsstýrismaður, sá hann tørvin á at fáa greinað alt heilsuøkið við tí fyri eyga at kanna møguleikarnar fyri at finna aðrar og betri loysnir at skipa økið. Diabetesheildarætlanin er partur av tí Heilsunýskipan, sum arbeitt verður við í Heilsumálaráðnum, sum fer at verða viðgjørd í einum aðalorðaskifti í Løgtinginum tíðliga í heyst. Tíðin er komin at lýsa diabetesøkið av nýggjum, hetta til frama fyri borgarar og samfelagið sum heild, sigur landsstýrismaðurin.
Sambært altjóða hagtølum yvir sjúkuna týpa 2 diabetes sæst, at talið á teimum, ið fáa sjúkuna, veksur í stórum bæði her heima og runt alla verðina. Hetta vísir, at tað er í tøkum tíma, at diabetesøkið verður tikið upp til viðgerðar, og at økið verður skipað í fastar rammur. Vandin fyri fylgisjúkum er stórur, um tey ið fáa sjúkuna ikki beinanvegin, sjúkan verður staðfest, áhaldandi fáa hjálp og ráðgeving í, hvussu til ber at fáa ein góðan lívsstíl.
Landsstýrismaðurin sigur, at øll, ið fáa sjúkuna týpa 2 diabetes, skulu hava sama rætt til viðgerð og eingin ivi skal vera um, hvagar tey skulu venda sær við sjúkuni. Øll skulu hava sama møguleika fyri viðgerð og vegleiðing um sjúkuna, hvar í landinum tey búgva. Málið hjá landsstýrismanninum er, at sjúklingarnir skulu kunna livað eitt virkið og gott lív og kunna verða á arbeiðsmarknaðinum sum longst.
Til ber at tálma sjúkuna við kosti og kropsligari rørslu, tí eigur fyribyrgjandi arbeiðið at vera sjónskt í samfelagnum, sum ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Við góðari viðgerð og ráðgeving ber annaðhvørt til at fyribyrgja, at diabetes yvirhøvur brýtur út ella í øðrum lagi at útskjóta diagnosuna í nøkur ár.
Heilsumálaráðið, 25. juli 2013