Tvey størv sum deildarstjóri í Heilsumálaráðnum hava verið lýst leys til setan frá 1. juni 2012. Deildarstjórarnir skulu stjórna ávikavist Heilsubúskapardeildini og Heilsupolitiskudeildini.
5 umsóknir komu til størvini, og er viðgerðin av umsóknunum liðug.
Avgjørt er at seta Jóanis Erik Køtlum sum deildarstjóra á Heilsubúskapardeildini og Jan Simonsen sum deildarstjóri á Heilsupolitiskudeildini.
Jóanis Erik Køtlum er 46 ára gamal og útbúgvin cand.merc. Hann hevur 14 ára starvsroyndir innan heilsuverkið. Av hesum hevur hann leiðsluroyndir sum sjúkrahússtjóri í 2 ár og deildarstjóri í 2 ár. Harumframt hevur hann verið fulltrúi og ráðgevi í Heilsumálaráðnum, har hann m.a. hevur verið við til at menna og verkseta talgildu heilsuskipanina (THS). Seinasta árið hevur Jóanis Erik Køtlum verið virkandi deildarstjóri á Heilsubúskapardeildini.
Jan Simonsen er 42 ára gamal og útbúgvin cand.scient.adm. Jan Simonsen hevur 12 ára starvsroyndir innan fyrisiting í heilsuverkinum. Fyrst í 2 ár á ráðleggingar- og menningardeildini í Nordjyllands Amt og síðani í 10 ár í føroyska heilsuverkinum sum fulltrúi og ráðgevi. Tað seinasta árið hevur Jan Simonsen verið virkandi deildarstjóri á Heilsupolitiskudeildini.