Danski ráðharrin, Astrid Krag, vitjar í Føroyum í døgunum 20.- 22. januar.
Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum hevur boðið danska starvsfelaga sínum til Føroyar at kunna seg um føroyska heilsuverkið. Skipað verður fyri kunnandi vitjanum á fleiri stovnum, og framløgur verða hildnar um føroysk viðurskifti.
Mánadagin verður fundur millum Karsten Hansen og Astrid Krag. Fundurin er liður í tí samstarvsavtalu, sum tey bæði skrivaðu undir seinasta heyst. Endamálið við samstarvsavtaluni er at fáa dagført danska heilsulóggávu í Føroyum; at fáa sett í verk altjóða avtalur, og at styrkja samskiftið landanna millum um áleikandi mál á økinum.
Einstøk dømi eru um, at broytingar í danskari lóggávu hava havt óhepnar avleiðingar fyri føroyskar sjúklingar. Eitt dømi er tá donsk lógarbroyting hevði ávirkan á rættindini hjá føroyskum sjúklingum at kæra. Hetta er tó komið í rættlag aftur. Ætlandi skal samstarvsavtalan millum annað forða fyri at slíkt aftur kemur fyri.
Skráin fyri vitjanina er hendan:
Sunnudagur 20/1:
15.15 Koma til Vágar – Landsstýrismaðurin tekur í móti
19.00- Ríkisumboðsmaðurin er vertur fyri døgurða
Mánadagur 21/1:
9.30-10.00 Fundur millum heilsumálaráðharrarnar, Karsten Hansen og Astrid Krag á Hotell Norð á Viðareiði
10.00-11.00 Framløga um føroyska heilsuverkið og Talgildu heilsuskipanina
11.20-12.20 Vitja Klaksvíkar sjúkrahús
13.15-14.15 Vitja Læknamiðstøðina við Sandin í Klaksvík
15.30-17.00 Vitja Landssjúkrahúsið í Tórshavn
19.00- Karsten Hansen er vertur við døgurða í Roykstovuni í Kirkjubø
Týsdagur 22/1:
8.15 Fráferð úr Vágum