20.11.2014 · Heilsumálaráðið

Dánjal Petur Højgaard settur sum kommunulækni í Sandoynni

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett Dánjal Petur Højgaard í starv sum kommunulækni í Sandoyar læknadømi. Dánjal Petur byrjar í starvinum tann 1. januar 2015.

Dánjal Petur Højgaard er 66 ára gamalur og fekk góðkenning sum serlækni í almen medisin í 1995. Seinastu árini hevur hann starvast sum kommunulækni í Miðlon í Tórshavn. Frammanundan hevur Dánjal Petur verið lækni í Sandoynni í 10 ár, og er tí kendur lækni í oynni.

Við hesum eru bæði kommununulæknastørvini á Sandoynni sett við fastsettum kommunulæknum.