Tað er neyðugt bæði at broyta og herða nøkur tiltøk í mun til avbyrgja corona-smittuna í Føroyum.
Tað mælir Epidemikommisjónin til, sum hevur havt fund seinnapartin.
Í høvuðsheitum var niðurstøðan:
At halda fast í verandi avbyrgingarætlan, sum hevur verið brúkt seinastu vikurnar.
At mæla til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk.
At gera tað møguligt at broyta treytirnar fyri karantenu hjá ávísum starvsbólkum, sum hava avgerandi týdning fyri, at samfelagið ikki steðgar upp.
At allir borgarar í enn størri mun fylgja teimum fakligu tilráðingunum, soleiðis at vit byrgja fyri smittuni.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, ger í kvøld greitt, at hann tekur undir við tilmælunum hjá Epidemikommisjónini.
“Støðan við corona-smittuni í Føroyum broytist støðugt. Tí er neyðugt, at vit støðugt tillaga okkara tilmæli. Eg vil enn einaferð staðiliga heita á allar borgarar í landinum um at fylgja teimum tilráðingum, sum heilsumyndugleikarnir mæl til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum