Úrslitið av teimum í alt 100 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísir, at seks føroyingar afturat hava fingið staðfest coruna-virusið. Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.
Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaðu føroyingarnir hava verið í sambandi við.
Tað merkir, at 9 føroyingar í alt eru smittaðir.
Heilsumálaráðið tann 14. mars 2020 klokkan 07.45