Nú fæst betri innlit í føroysku smittugongdina við hagtølum, sum javnan verða dagførd.
Higartil hava 80 føroyingar fingið staðfest nýggju coronasmittuna, men tað sigur ikki alt um smittugongdina í føroyskum samfelagnum. Enn er eingin innlagdur, og trý eru staðfest frísk aftur.
Á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, www.hmr.fo, og corona.fo fæst m.a. eisini yvirlit yvir kynsbýti og í hvørjum aldursbólki, tey smittaðu eru. Eisini sæst, hvar í Føroyum, tey smittaðu hava skrásettan bústað, býtt á økir í landinum.
Eisini eru hagtøl fyri, hvussu nógv eru kannað fyri coronasmittuna higartil, hvussu nógv eru í sóttarhaldi, og hvussu nógv eru innløgd higartil.
Nýggjastu hagtølini síggjast her.