05.03.2020 · Heilsumálaráðið

Corona: Hotel Vágar skal hýsa teimum avbyrgdu

Corona: Hotel Vágar skal hýsa teimum avbyrgdu

Heilsumyndugleikarnir og Hotel Vágar hava gjørt avtalu um, at Hotel Vágar skal hýsa teimum borgararum, sum landslæknin velir at avbyrgja í sambandi við, at Corona virus er staðfest í Føroyum. Endamálið við at avbyrgja borgarar er at byrgja fyri, at fleiri borgarar verða smittaðir.

 Á Hotel Vágum fáa tey avbyrgdu hvør sítt kamar, ið hevur teir hentleikar, sum heilsumyndugleikarnir halda eru neyðturviligir.

Á Hotel Vágum eru 25 kømur.

Heilsumálaráðið