Tað er framvegis bara ein persónur í Føroyum, sum hevur fingið staðfest corona-virusið. Í dag hava fleiri kanningar verið gjørdar, og øll úrslitini higartil eru negativ.
Landslæknin hevur avgjørt at seta í alt 15 persónar í karantenu. Átta fólk eru staðsett á Hotel Vágum, meðan hini sjey eru avbyrgd heima við hús.
Heilsumálaráðið
Mynd: Kunning frá Landslæknanum um, hvussu tú kanst sleppa undan corona-smittuni.