![Corona: Ein nýggjur tilburður staðfestur](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13710/corona-virus.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=wX4hs6nImyzvzZMxyS3YYQ_sAYk)
Seint í gjárkvøldið kundi staðfestast, at enn ein føroyingur hevur fingið covid-19 smittuna – eisini rópt corona virus.
Talan er um ein persón, sum hevur verið í Norðuritalia. Smittaði persónurin er í løtuni avbyrgdur heima við hús.
Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, hvørjir aðrir persónar skulu avbyrgjast.
Heilsumálaráðið