04.03.2020 · Heilsumálaráðið

Corona: 14 fólk eru avbyrgd

Corona: 14 fólk eru avbyrgd

Eftir at fyrsti føroyingurin hevur fingið staðfest corona-virusið, eru í alt 14 fólk avbyrgd.

Tað hevur Lars Fodgaard Møller, landslækni, gjørt av, eftir at hann hevur kannað teir persónar, sum smittaði føroyingurin hevur verið í samband við.

Tað er framvegis bara ein persónur í Føroyum , sum hevur fingið staðfest corona-virusið. Hini trý í húsarhaldinum hjá viðkomandi eru øll kannað, og øll úrslitini vóru negativ.

Smittaði føroyingurin og húski hansara verða øll avbyrgd við hús komandi 14 dagarnar.

Heilsumálaráðið