
Sirið Stenberg er í hesum døgum í Marokko á altjóða veðurlagsráðstevnuni COP22.
Í gár hitti landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum umboð fyri NGO-felagsskapir og greiddi frá um støðu Føroya í mun til umhvørvis- og veðurlagspolitik. Felagsskapirnir greiddu frá um teirra áhugamál og virkisskráir, og løgdu dent á tað ikki er ein spurningur um at verða smá ella stór, men ein spurningur um at sita við borðið.
Í viðmerking til hetta staðfestir Sirið Stenberg, at tað hevur stóran týdning ikki bara at taka nationala ábyrgd, men eisini at royna at ávirka á altjóða pallinum.
Landsstýriskvinnan kemur heimaftur til Føroya í dag.