10.01.2013 · Heilsumálaráðið

Broytingar verða gjørdar í heilsutrygdarlógini

Heilsumálaráðið hevur í dag sent uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd til hoyringar. Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 24. januar 2013.

Lógaruppskoti fevnir um 13 broytingar í heilsutrygdarlógini. M.a. leggur uppskotið upp til, at samráðingarnar verða fluttar til Fíggjarmálaráðið, at karantenan á 6 vikur hjá persónum, sum flyta til Føroya, verður avtikin, at ásetingin um heilsutrygdarkort verður avtikin, at samstarvsnevndirnar verða niðurlagdar og eisini leggur broytingaruppskotið upp til, at børn framyvir ikki skulu gjalda egingjald fyri tilskotsheimilagan heilivág.


Heilsumálaráðið


Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd