Fyri at tryggja støðug viðurskifti og styrkja sjúkrahússtjórnina í skiftistíðini hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum í dag sett Nainu Túgvustein sum virkandi sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum til nýggjur stjóri tekur við. Naina Túgvustein hevur verið partur av sjúkrahússtjórnini á Landssjúkrahúsinum seinastu seks árini.
Fráfarandi sjúkrahússtjóri, Sigurð Ó. Vang, verður serligur ráðgevi hjá sjúkrahússtjórnini, til hann tekur við øðrum starvið um mánaðarskifti.
Samstundis er avtala gjørd við Høgna Djurhuus, yvirlækna, um at virka sum varastjóri við læknafakligari bakgrund komandi tríggjar mánaðirnar, harav fyrsta mánaðin saman við fráfarandi varastjóra Anders Bøgesvang. Høgni Djurhuus er serlækni í anæstesiologi og hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum seinastu mongu árini.
Broytingarnar koma í kjalarvørrinum av, at Sigurð Ó. Vang og Anders Bøgesvang hava sagt seg úr starvi á Landssjúkrahúsinum frá 1. juni 2015. Søkt hevur verið eftir nýggjum sjúkrahússtjóra, men er ikki møguligt at fáa starvið sett til 1. juni.