Við hesum uppskotinum verður kunngerðin broytt soleiðis, at ásetingin um, at Visitatiónsnevndin "skal hava eftirlit við tí yvirskipaðu ráðleggingini og útinningini av serlæknatænastuni í Føroyum í mun til nýtslu av serlæknatænastu uttanlands”, verður strikað.
Ein eftirlitsmyndugleiki eigur at vera óheftur av myndugleikanum, sum hann skal hava eftirlit við. Um ikki, kann spurnatekin setast við eftirlitið, sum myndugleikin fremur. Av tí at landsstýrismaðurin velur Visitasjónsnevndina, er nevndin ikki óheft av landsstýrismanninum, og eigur tí ikki at hava til uppgávu at hava eftirlit við honum. Tí er ásetingin strikað.
EIsini er kunngerðin broytt soleiðis, at leiðarin fyri Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum, verður limur í nevndini.
Um Visitatiónsnevndina
Landsstýrismaðurin í heilsumálum velur eina visitasjónsnevnd, ið hevur til uppgávu, innan fyri teir karmar, ið eru ásettir av landsstýrinum, at:
- gera og dagføra leiðreglur viðvíkjandi ávísing av sjúklingum uttanlands,
- gera og dagføra leiðreglur viðvíkjandi ávísing av fylgjarum uttanlands,
- fylgja við nýtsluni á viðgerðarstovnum, ið verða nýttir av sjúkrahúsverkinum uttanlands,
- gera tilmæli til landsstýrismannin um at taka viðgerðir heim, umframt at flyta viðgerðir úr Føroyum til viðgerðarstovn uttanlands við atliti at fakligum og
- fíggjarligum grundgevingum,
- gera tilmæli til landsstýrimannin um ávíkavist at gera avtalur, siga upp avtalur umframt at broyta avtalur við viðgerðarstovnar uttanlands og
- viðgera ítøkilig visitasjónsmál um ávísing til kanning og viðgerð á viðgerðarstovnum uttanlands.
Einans yvirlæknar kunnu leggja ítøkilig visitasjónsmál fyri nevndina.