Kunngerðin um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð verður nú broytt, soleiðis at ikki skal gjaldast fyri veitingar í sambandi við barnsburð, tá fólk eru búsitandi uttanlands í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði. Kunngerðarbroytingin fær virknað afturvirkandi frá 1. august 2019.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, varð á heysti 2019 gjørdur varugur við, at eitt føroyskt par, búsitandi í Danmark, har pápin var í útbúgvingarørindum, føddi barn teirra á Landssjúkrahúsinum, av tí at tey vóru komin til Føroyar vegna serligar umstøður í familjuni. Út frá regluverkinum metti Landssjúkrahúsið ikki, at tað vóru aðrir møguleikar enn at senda rokning fyri tær veitingar, tey fingu í hesum sambandi.
Landsstýrismaðurin metti, at henda støðan var órímilig, og tók tískil beinanvegin stig til at fáa kunngerðina broytta.
Nú broytingin í kunngerðini um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð er lýst, verða menn og kvinnur, ið eru búsitandi uttanlands í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði, javnstillaði. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað ikki verður gjørdur munur á, um tann lesandi er mamman ella pápin, tá talan er um barnsburð og møguligar veitingar í føroyska sjúkrahúsverkinum í hesum sambandi.
Kunngerðin kann lesast her