Barnafamiljur og fólk yvir 67 ára fara eftir 1. mai 2012 at fáa eitt størri ískoyti frá Heilsutrygd, tá ið tey keypa brillur og brillugløs. Hetta er greitt eftir, at nýggj kunngerð er lýst um ískoyti til brillustell og brillugløs. Nýggja kunngerðin leggur upp til, at í framtíðini verður veitt ískoyti til keyp av brillum og brillugløsum til børn undir 16 ár og til fólk, sum eru 67 ár og eldri.
-Higartil hevur verið rættiliga smábýtt, har øll hava fingið eitt lítið sindur. Nú fáa barnafamiljurnar og tey eldru eitt ískoyti, sum munar. Tað eru nógvar barnafamiljur, sum hava fleiri børn, ið javnan hava tørv at skifta brillur. Hetta er rættiliga kostnaðarmikið, og hjá teimum fer broytingin at merkjast væl, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Ískoytið til keyp av brillum og brillugløsum verður veitt móti kvittan, sum verður latin Heilsutrygd, ella sambært avtalu millum veitarar og Heilsutrygd um beinleiðis avrokning.
Broytingin kemur í gildi 1. mai 2012.