Føroyanevndin í bretska tjóðartinginum er ovfarin av, hvussu væl føroyingar hava klárað stríðið ímóti koronu, og er fegin um kunningina, hon hevur fingið frá landsstýrismanninum í heilsumálum
Fyrr í vikuni hevði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, ein netfund við føroyanevndina, the All-Party Parliamentary Group on the Faroe Islands, í bretska tjóðartinginum. Nevndin var áhugað í at hoyra, hvussu føroyingar hava vart seg ímóti koronu.
Samanborið við fleiri onnur lond vóru Føroyar á mangan hátt væl fyri, tá smittan kom til landið, eitt nú við skjótt at kunna greina stórt tal av koronakanningum.
Landsstýrismaðurin greiddi frá, hvussu koronapolitikkurin hevur verið bygdur á kanningar, smittusporing, og hvussu tað almenna og tað privata hava samstarvað um at fyribyrgja smittu.
Eisini greiddi landsstýrismaðurin frá, at hóast summir partar av koronapolitikkinum eru bygdir á krøv – kanningar við landamørkini og afturlating av skeinkistøðum – so er politikkurin í fyrsta lagi grundaður á tilmæli og álit. Hann legði serliga dent á, at tað er fólkinum sum heild og heilsu- og røktarstarvsfólkunum fyri at takka, at tað hevur gingið so væl í Føroyum viðvíkjandi koronu.
Føroyanevndin var ovfarin av, hvussu væl føroyingar hava staðið seg í stríðnum móti koronu, og hvussu væl arbeiðið móti koronu sýntist vera skipað, og eftir fundin takkaði formaðurin í nevndini, føroyavinurin Angus Brendan MacNeil, persónliga Kaj Leo Holm Johannesen fyri, at hann tók sær stundir til netfundin við bretsku tjóðartingsnevndina.
Landsstýrismaðurin er eisini sjálvur væl nøgdur við fundin og fegnast um góða skotsmálið.