Børn og ung skulu hava rætt til at liva í royk- og nikotinfríum umhvørvum
Í dag er altjóða dagur móti tubbaki. Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur boðað frá, at málið er, at árgangirnir hjá børnum og ungum, sum eru fødd í 2015 ella seinni, skulu vera roykfríir, og tey skulu ikki nýta aðrar tubbaks- ella nikotinvørur.
Nýggj roykilóg, fyribyrgjandi átøk og avvenjingartilboð á veg
Roknað verður við, at umleið 130 føroyingar doyggja árliga av roykitengdum sjúkum. Harafturat kemur talið á føroyingum, sum árliga fáa staðfest ymiskar sjúkur, sum stava frá royking. Hesi andlát og sjúkutilburðir kundu verið fyribyrgdir, um fólk ikki royktu. Kanningin, “Hvussu hevur tú tað?”, sum Heilsustýrið gjørdi í 2023 vísti, at 18% av føroyingum roykja dagliga. Afturat hesum koma tey, sum ikki roykja dagliga, roykja e-sigarettir og snúsa.
Tiltøkini, sum fara at verða sett í verk, fevna bæði um eina nýggja roykilóg, fleiri fyribyrgjandi tiltøk og avvenjingartilboð, sum eggja fólki at leggja av at roykja ella brúka aðrar nikotin- og tubbaksvørur”.
Í nýggju roykilógini og tiltøkunum verður høvuðsdentur lagdur á, at:
- Fyribyrgja at børn og ung byrja at roykja ella nýta aðrar tubbaks- og nikotinvørur.
- Tryggja, at royking v.m. ikki er partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum.
- Tryggja støðugt fleiri roykfrí umhvørvi.
- Skipa tilboð um roykiavvenjing til tey, sum ynskja at leggja av at roykja ella snúsa.
Lógaruppskotið verður væntandi lagt fyri Løgtingið í desember í ár.
Á hvørjum ári síðani 1987 hevur heimsheilsustovnurin WHO skipað fyri einum altjóðadegi móti tubbaki tann 31. mai. Endamálið við degnum er at varpa ljós á heilsuvandarnar, ið standast av tubbaksnýtslu, og at eggja átøkum, ið hava til endamáls at minka nýtsluna. Í ár varpar heimsheilsustovnurin WHO m.a. ljós á ung og tubbaks- og nikotinnýtslu.
Tað er vísindaliga staðfest, at royking er tann einstaki vandatátturin, sum er tann størsti heilsuvandin í okkara heimsparti. Sambært heimsheilsustovninum WHO, er royking ein meginorsøk til krabbamein. Børn og persónar við varandi sjúkum eru serliga viðbrekin, tá ið tað snýr seg um royking og passiva royking. Tætt samband er millum royking og eina røð av sjúkum. Tey, ið roykja, eru í øktum vanda fyri at fáa ymsar sjúkur, harav fleiri av teimum eru deyðiligar. Kendastu sjúkurnar eru ymisk sløg av krabbameini, hjarta- og æðrasjúkur og KOL.
Fleiri hagtøl og meira kunning um kanningarúrslitini um royking eru at finna á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum.
Kunning um Altjóða dagin móti royking er á heimasíðuni hjá heimsheilsustovninum WHO.