Talið av børnum við frískum tonnum er alsamt vaksandi. Nýggj frágreiðing vísir, at 58 prosent av teimum 12 ára gomlu børnunum høvdu frískar tenn í 2011, í mun til 12 prosent í 1991.
Í fjør vóru 20 ár síðani, at føroyskir tannlæknar fóru undir skipaða skráseting av tannheilsuni hjá børnum og ungum í aldrinum 0-15 ár. Í hesum sambandi hevur Tannlæknafelagið latið úr hondum nýggja frágreiðing við heitinum “Kariesskráseting 1991-2011 – eitt 20 ára skeið”.
Hagtølini siga, at tannheilsan hjá børnum er batnað munandi hesi seinastu 20 árini. 58 prosent av teimum 12 ára gomlu børnunum høvdu frískar tenn í 2011, í mun til 12 prosent í 1991.
Føroyar er ikki longur eftirbátur á hesum øki. Norðurlendsk kanning, sum varð kunngjørd í september 2010 vísti, at tey føroysku 12 ára gomlu hava tær triðbestu tenninar í Norðurlondum. Tó er enn rúm fyri at vera enn betri. Eitt nú høvdu 70 prosent av donsku børnunum í sama aldri frískar tenn.
- Góða gongdin í tannheilsuni hjá børnum eigur at læra okkum, at tá ið tað snýr seg um fyribyrging og at fremja fólkaheilsu, so ber til at røkka munadyggum úrslitum, um vit arbeiða miðvíst og málrættað, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, í stuttari viðmerking til kanningina.
Í 1991 vóru tannlæknarnir í Føroyum samdir um at fara undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglum hjá WHO, fyri at fáa nágreinilig tøl at lýsa tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum. Í 1998 kom løgtingslógin um barna- og ungdómstannrøkt, ið tryggjar øllum føroyskum børnum upp til 16 ár regluliga tannrøkt.
SEF-skrásetingin, ið er umbiðin av Heilsumálaráðnum, verður givin út annaðhvørt ár.
Frágreiðingina finnur tú her:
2010-2011, juni 2012.pdf