Sum liður í at betra tænastuna fyri sjúklingar, ið fara uttanlands til viðgerðar, eru 475 túsund krónur settar av í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 fyri at tryggja betri sjúklingagongdir. Játtanin skal millum annað nýtast til at seta ein sjúklingasamskipara.
Raðfestingin er í samsvari við tilmælið í Krabbameinsálitinum um betri sjúklingasamskipan í sjúkrahúsverkinum. Sjúklingasamkiparin samskipar sjúklingagongdirnar hjá øllum teimum, ið fara av landinum til sjúkraviðgerð.
Í viðmerking sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum:
“Tað er alneyðugt, at vit veita teimum, ið mugu fara av landinum til viðgerðar, so góða tænastu sum gjørligt. Nýggja átakið við samskipara á økinum er eitt stórt fet tann rætta vegin.
Sjúklingar og sjúklingabólkar hava seinastu árini víst á, at neyðugt er við betri samskipan, tá sjúklingar verða sendir uttanlands til viðgerðar. Eisini verður spurningurin viðgjørdur í Krabbameinsálitinum frá 2009, har mælt verður til, at ein sjúklingasamskipari verður settur, sum skal samskipa sjúklingagongdirnar”.
Sjúklingasamskiparin er knýttur at sjúklinginum gjøgnum alla sjúklingagongdina; frá diagnosu til sjúklingurin er liðugt viðgjørdur; tvørturum deildir, økir og eisini við hús ella á Sjúklingahotellinum, meðan steðgur er ímillum viðgerðirnar. Eisini skal hann tryggja, at ferðin til viðgerðarstaðin verður løgd til rættis so skilagott sum til ber.
Samskiparin hevur samband við sjúklingin fleiri ferðir og kann sjálvur leita sjúklingin upp og spyrja um heilsustøðuna, og um hann saknar kunning frá lækna og sjúkrarøktarfrøðingum.
Sjúklingasamskiparin skal tryggja hóskandi og skjótar sjúklingagongdir, men hevur tó ikki endaligu ábyrgdina fyri gongdini. Tað er altíð ein lækni, sum hevur endaligu ábyrgdina og er leiðari fyri gongdini. Tí er tað avgerandi, at tætt samstarv er ímillum ábyrgdarhavandi lækna og sjúklingasamskipara.