Í gjár undirskrivaðu Karsten Hansen og Astrid Krag, heilsumálaráðharri, undir avtalu um samstarv á heilsuøkinum. Ein samstarvsnevnd við føroyskum og donskum umboðum skal tryggja, at donsk lóggáva, ið er galdandi í Føroyum, verður dagførd og at lógarbroytingar í danska Fólkatinginum ikki fáa ótilvitaðar avleiðingar fyri føroyingar.
Heilsumálaráðið og danska Heilsu- og fyribyrgingarmálaráðið eru samd um eina avtalu um at menna tað føroyskt-danska samstarvið á heilsuøkinum. Endamálið við avtaluni er at fáa dagført danska heilsulóggávu í Føroyum, at fáa sett í verk altjóða avtalur og at styrkja samskiftið landanna millum um áleikandi mál á økinum.
Sambært avtaluni verður ein føroysk-donsk samstarvsnevnd sett við seks limum. Heilsumálaráðið velur tríggjar limir og danska Heilsu- og fyribyrgingarráðið velur tríggjar. Londini skiftast um at hava formansskapin í nevndini. Nevndin skal millum annað viðgera lógaruppskot, ið hava ávirkan á føroysk viðurskifti til tess at tryggja, at lóggávan regluliga verður dagførd í Føroyum.
Einstøk dømi eru um, at broyting í danskari lóggávu hava havt óhepnar avleiðingar fyri føroyskar sjúklingar. Eitt nú, tá donsk lógarbroyting hevði ávirkan á rættindini hjá føroyskum sjúklingum at kæra. Hetta kom tó í rættlag aftur. Ætlandi skal nýggja avtalan millum annað forða fyri at slíkt kemur fyri aftur.
Avtalan sæst her:
Underskrevet aftale [DOK1046171].PDF