Á hátíðarløtu á Heilsumiðstøðini í Runavík í dag skrivaðu borgarstjórarnir í Runavíkar, Nes, og Sjóvar kommunu og landsstýrismaðurin undir slóðbrótandi samstarvsavtalu at skipa kommunurnar í eitt heilsuøki við einum heilsudepli.
Kommunustýrini og landsstýrismaðurin eru samd um, at Runavíkar Læknadømi og Skála Læknadømi verða strikað og í staðin verður skipað nýtt læknadømi, sum fær navnið Skálafjarðar Læknadømi.
Heilsudepilin við Skálafjørðin verður á heilsumiðstøðini í Runavík við læknaviðtalum til tríggjar kommunulæknar. Fyri at frástøðan til kommunulækna ikki skal verða ov stór hjá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum, verður læknaviðtalan á Strondum verandi opin tveir dagar um vikuna, inntil nýggj farleið er komin um Skálafjørð.
Endamálið við nýskipanini er at tryggja borgarum í teimum trimum kommununum góðar og tryggar heilsutænastur í nærumhvørvinum. Í fleiri ár hevur tænastan ikki verið nøktandi og eitt nú hevur verið trupult at fáa kommunulæknar í fast starv í økinum. Tað hevur elvt til ørkymlan og ótryggleika millum fólk.
- Eg fegnist um, at vit við hesum slóðbrótandi samstarvi á Skálafjørðinum hava tikið eitt týðandi fet at røkka málunum í Heilsunýskipanini. Tað er eingin loyna, at júst hetta at skipa Føroyar í stór og sterk heilsuøki við heilsudeplum er sjálvur bulurin í Heilsunýskipanini, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum millum annað í røðu sínari í dag.
Við tíðini er ætlanin, at tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, fara fram á heilsudeplunum. Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar og ráðgeving til borgaran.
Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri, við tíðini skal kunna fara fram í heilsudeplunum. Til tess at kunna røkja hesar uppgávur fara tað á heilsudeplunum at starvast viðkomandi heilsustarvsfólk, t.d. kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður.
Vónar at onnur øki í Føroyum fáa íblástur
Galdandi kommunulæknaskipan kom í gildi fyrst í 1900-talinum, men hóast samfelagið er broytt grundleggjandi síðani tá, eru bert smávegis tillagingar framdar í skipanini øll hesi árini. Í Kommunulæknaálitinum frá 2010 var staðfest, at“trupulleikarnir eru víðfevndir og grundleggjandi, og av somu orsøk er neyðugt við víðfevndum og grundleggjandi broytingum”.
Landsstýrimaðurin í heilsumálum vónar, at samstarvið kring Skálafjørðin bert er hitt fyrsta av mongum í royndini at veita føroyingum eina betri heilsutænastu í nærumhvørvinum:
- Vónandi roynist henda nýskipan væl, ja, so væl, at onnur økir í landinum kunnu fáa íblástur av hesari verkætlan. Tí tað er ein sannroynd, at tað er ikki bara kring Skálafjørðin, at kommunulæknaskipanin trongir til eina yvirháling. Tað eru fleiri onnur økir, ið eru illa sperd. Økir, sum ikki kunnu bjóða borgarum sínum fastar kommunulæknar og heilsutænastu á einum nøktandi støði.
Skipanin, sum snýr seg um at betra heilsutænasturnar til borgarnar í Skálafjarðar Læknadømi, kemur í gildi 1. juni 2014.