Vandin fyri at fólk gerast álvarsliga sjúk av COVID-19 er fleiri ferðir størri hjá ókoppsettum samanborið við koppsett. Tey ókoppsettu eru miðdepil fyri smittuútbreiðsluni í COVID-19-útbrotinum, sum nú ger um seg á okkara leiðum.
Nú herjar aftur eitt ógvusligt útbrot av COVID-19 í Føroyum, og í løtuni er ivasamt, um tamarhald er á støðuni.
Men í koppsetingarbólkinum er hinvegin ongin ivi um, hvat mest effektiva vápnið í stríðnum ímóti ófrættakendu umfarsóttini er: Tað er enn koppseting.
Hóast 90 prosent av øllum fólkinum eldri enn 12 ár nú hava fingið fyrra prikið og stívliga 85 prosent eisini hava fingið annað prikið, so eru tað tey lutfalsliga fáu ókoppsettu, sum enn eru stóri trupulleikin, leggur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, dent á.
Nógv koppsett fólk verða eisini smittað, og hóast tey fyri tað mesta eru so væl vard, at tey ikki gerast álvarsliga sjúk, so er virknaðurin av koppingarevnunum hjá teimum fyrstu, ið blivu koppsett, farin at vikna. Ímillum tey fyrstu, sum blivu koppsett, teljast eisini tey, ið ringast tola sjúkuna – tað eru heilsuveik fólk og eldri fólk.
Tí mælir koppsetingarbólkurin eisini staðiliga til, at tey, sum hava fingið tilboð um triðju koppsetingina, skunda sær at taka av.
Tey, ið higartil hava fingið tilboð um triðju koppsetingina, eru fólk eldri enn 65 ár, fólk yngri enn 65 ár, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við COVID-19, fólk við veikari immunverju ella sum taka heilivág, ið ger immunverjuna veikari, og starvsfólk á heilsu-, almanna- og eldraøkinum.
Ein fortreyt fyri at fáa triðja prikið er tó, at tað í minsta lagi skulu vera gingnir seks og ein hálvur mánaði síðan annað prikið.
COVID-19 Koppsetingarbólkurin