Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við Norðurlandamálum, hevur í dag fingið handað tilmæli um, hvussu Norðurlond skulu verða besta stað hjá børnum at búgva. Tað er Barna & Ungdómsráðið hjá Barnabata, sum hevur handað tilmælið.
Í dag, 20. november, er altjóða barnarættindadagur. Í tí sambandi skipaði Barna & Ungdómsráðið hjá Barnabata fyri lítlum tiltaki, har tey handaðu Norðurlendska samstarvsráðharranum tilmæli í sambandi við barnarættindi.
Í januar 2020 hittust 65 børn frá Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Danmark, Finnlandi, Noregi, Svøríki og Álandi til ráðstevnuna Det Nordiske Børneforum. Stigtakarar vóru Norðurlendska Ráðharraráðið, Barnaráðið, Almanna- og innlendismálaráðið og UNICEF Danmark, í sambandi við hátíðarhald av 30 ára degnum hjá ST Barnarættindasáttmálanum, ið var 20. november 2019.
Ráðstevnan hevði eitt endamál: Norðurlond skulu verða besta stað hjá børnum at búgva.
Í hesum sambandi hava børnini skrivað eitt tilmæli til avvarðandi landsstýrisfólk, við trimum evnum:
- Øll børn og ung í Norðanlond skulu kenna ST Barnarættindasáttmálan og síni rættindi
- Øll børn og ung í Norðanlond skulu verða hoyrd og hava møguleikar at hava virknan leiklut í sambandi við allar avgerðir, ið onkursvegna beinleiðis ella óbeinleiðis ávirka tey
- Øll børn og ung í Norðanlond skulu verða partur av einum meiningarfullum felagsskapi, so vit saman kunnu virka ímóti einsemi
Í tilmælinum hava børnini givið ítøkilig uppskot til, hvussu tilmælini kunnu setast í verk innan skúlagátt, í sambandi við frítíðarvirksemi, heima hjá familjum og í nærumhvørvinum. Børnini hava sjálvi eyðmerkt, at tað er á hesum støðum, tey brúka mest av síni tíð.
- Við at skriva hesi tilmæli til mín sum landsstýrisfólk luttaka børnini aktivt í okkara fólkaræði og brúka teirra rødd og teirra rættindi, sum tey eisini skulu kenna. Røddin hjá børnunum hevur sama virði og skal hava sama pláss sum okkara vaksnu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin fegnast um tilmælini, ið hann ætlar sær at lesa við nærlagni, og hann takkaði Barna & Ungdómsráðnum hjá Barnabata fyri tilmælini frá børnunum.
- Vit sum landsstýrisfólk kunnu ikki vita alt, og vit vita heldur ikki alt. Vit hava tørv á ráðgeving, sum vit vanliga fáa frá okkara embætisfólkum. Men ráðgevingin kann eisini koma beinleiðis frá børnunum, og tí eri eg eisini so fegin um at fáa hesi tilmælini. Hetta eru uttan iva góð ráð, sum vit kunnu arbeiða víðari við, og sum kunnu koma at ávirka viðurskiftini hjá børnum í Føroyum beinleiðis og til tað betra, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Norðurlandamálum.