Farsóttarnevndin hevur longt tíðarskeiðið, har øll, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri COVID-19 av einum lækna ella einum, sum arbeiðir eftir delegatión frá lækna. Hetta merkir, at tað verður álagt øllum at lata seg kanna við komu til Føroya fram til 31. mars 2021.
Í hesum sambandi hevur Heilsumálaráðið gjørt nýggjar samstarvssáttmálar við Spf. Thetis og Smyril Line, sum fevna um longda tíðarskeiðið fyri koronukanningarnar. Avtalurnar kunnu lesast her: