Farsóttarnevndin hevur longt tíðarskeiðið, har øll sum koma til Føroya skulu lata seg kanna fyri COVID-19 av einum lækna ella einum, sum arbeiðir eftir delegatión frá lækna. Hetta merkir at tað verður álagt øllum at lata seg kanna við komu til Føroya fram til 31. desember 2020.
Í hesum sambandi hevur Heilsumálaráðið endurnýggjað avtalurnar við Spf. Thetis og Smyril Line. Báðar avtalurnar vórðu undirskrivaðar av pørtunum fyrr í dag.