Fríggjadagin 20. august skrivaðu Bjarta Vilhelm og Poul Geert Hansen undir mál- og avrikssáttmála millum Gigni – Heilsufrøði til børn og ung og Heilsumálaráðið. Sáttmálin lýsir endamálið við Gigni, kjarnuuppgávur og mál og avrik fyri 2010.
Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins (Roknskaparkunngerðini) frá 2010, arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið, og er hetta tann fyrst sáttmálin millum Gigni og Heilsumálaráðið.
Eitt sindur úr sáttmálanum
Gigni - Heilsufrøði til børn & ung er ein miðsavnandi vitanar- og ráðgevingardepil, sum gongur á odda í tilgongdini at menna fólkaheilsu til børn og ung.
Gigni - Heilsufrøði til børn & ung skal savna vitan og vera ráðgevi hjá landsmyndugleikum, stovnum og øðrum fakfólkum, umframt alment at kunna um viðurskifti, sum viðvíkja fólkaheilsu hjá børnum og ungum.
Gigni - Heilsufrøði til børn & ung skal ganga á odda í heilsufremjandi og fyribyrgjandi átøkum, í mun til fólkaheilsu hjá børnum og ungum.
Fyri at røkka visiónini, skal Gigni – Heilsufrøði til børn & ung:
• Vera ein stovnur á høgum vísindaligum stigi
• Menna grundarlagið fyri vitan og ráðgeving
frá stovninum
• Veita heilsufremjandi og fyribyrgjandi tænastu, ið
er fakliga væl grundað og málrættað børnum,
ungum og familjum í Føroyum
• Menna samstarvið við aðrar myndugleikar
og stovnar
• Vera ein brúkaravinarligur stovnur
• Vera eitt gott og stimbrandi arbeiðspláss,
har starvsfólk trívast
• Hava starvsfólk á høgum fakligum ástøði,
umframt at skipa fyri støðugari førleikamenning
Sí sáttmálan her: MalogAvrik_v6