Í gjár skrivaðu Sigurð Ó. Vang, stjóri, og Turid Arge, aðalstjóri, undir mál- og avrikssáttmála millum Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið fyri 2015.
Sáttmálin fevnir í høvuðsheitum um evnir, sum Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið hava sett sær fyri at fremja í 2015, og sum er í tráð við strategiina við atliti til framtíðarmenningina av Landssjúkrahúsinum sum stovnur og virki og sum samstarvsfelagi innan- og uttanlands.
Mál – og avrikssáttmálin endurspeglar serliga og umfatandi virksemið, sum fokus verður sett á í mun til Trygd & Dygd við tí fyri eyga, at Landssjúkrahúsið arbeiðir fram móti akkreditering í november 2016.
Sí sáttmálan her